Vinna

Kanska dugir nevndin at valsa

...

2016-01-26 18:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Valla hevði fiskimálaráðharrin sett sín arbeiðsbólk at fyrireika nýskipanir fyri føroyskan fiskivinnupolitikk, fyrrenn bólkurin ??? helst av óvart ??? traðkaði í ta publicitets dyllu hann annars vildi stýra uttanum; vónandi hendi eingin skaði.

Búskaparfrøði ella ei, fyri ella ímóti uppboðssølu av veiðirættindum ??? tað er óheppið fyri eina nevnd sum skal fyrireika nýggja lóggávu um rættiliga kontroversiell viðurskifti, at leiðandi limir alment signalera læstar positiónir longu frá fyrsta degi. Hvat skal tað føra til, annað enn at lata upp fyri óneyðugari skeiklan av dygd í fundarvirksemi og øðrum nevndararbeiði, og harvið potentielt leiða til skeivar avgerðir?

Hetta er so ein arbeiðsbólkur sum má sigast at hava stórt trýst á sær í nógvar mátar ??? spjaðing og spenningar kring júst spurningar sum uppboðssølu av veiðirættindum og útlendska luttøku í fiskivinnuni hava leingi verið vaksandi. Um tað er nakað ein slíkur bólkur hevur tørv á so er tað góðar fyritreytir frá byrjan og arbeiðsfriður; avbjóðingarnar munu vera nóg stórar sum er.

Tí var tað ikki so hugaligt at síggja tann nýklakta formannin lata seg næstan heilt úr fyri opnum skermi, bara fyri at gera einum verti í KvF til lags og kanska markera egnar politiskar meiningar, um enn kamoufleraðar sum ???búskaparfrøði??? ??? formaðurin kundi eftir øllum at døma ikki lata vera við at siga at hann skilti sín arbeiðssetning soleiðis at uppboðssøla av veiðirættindum var ein sjálvfylgja. Her skuldi KvF givið eitt sindur av mótspæli, og tað eydnaðist eisini óbeinleiðis, umvegis videosamband við ein politikara, sum fegin vil síggja seld fiskirættindi finna vegin aftur til Vestmanna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder