Nýggj kanning, sum Gallup Føroyar hevur gjørt fyri Felagið Føroysk Marknaðarfólk (FFM) vísir, at føroyski miðlabrúkarin brúkar mest teldu og útvarp sum tíðindakeldu. Hesi somu vilja tó ikki vera fyri uttan tíðindi á internetinum.
??tvarp, sjónvarp og internetið eru størstu tíðindakeldurnar
Í nýggju Gallupkanningini eru 531 tilvildarliga útvaldir føroyingar spurdir um sítt miðla- og tíðindabrúk. Kanning er gjørd í august.
Spurd um hvønn av hesum miðlum, ein hevur brúkt fyri at fáa tíðindi síðstu vikuna, svaraðu heili 78% útvarpið. 76% søgdu seg brúkta telduna, meðan 70% nevndu sjónvarpið. Veljast kundi millum fleiri miðlar. Síðan er eitt longri glopp niður á listanum. 47% siga seg hava brúkt fartelefonina og 44% avísina til at fáa tíðindi síðstu vikuna. Bara 13% brúka enn tekst-tv sum eina tíðinakeldu, og tá er í størri mun talan um eldri brúkarar.
Blaðdeyðin bankar á dyrnar?
Tá brúkarin varð spurdur um hvønn av hesum somu miðlum, hann ikki kann vera fyri uttan, broytist miðlamyndin munandi. Tað varð bara loyvt at geva eitt svar til henda spurningin.
Til henda spurninign, vilja flest ikki vera fyri uttan tíðindi á telduni. Heili 34%. Síðan koma tíðindi í útvarpinum við 29%. 15% vilja ikki vera fyri uttan tíðindi á fartelefonini, meðan 13% siga sjónvarpið. Tað mest áhugaverda er tó, at gamli tíðindarisin føroyska avísin, í dag einans hevur 2% brúkarar, sum siga seg ikki kunna vera fyri uttan tíðindi úr avísum. Føroyski blaðdeyðin hevur leingið verið spáddur. Nýggja kanningin gevur tíverri ikki føroysku avísunum bestu framtíðarvónirnar. Livst so spyrst.
1% sigur tað sama um tekst-tv. Restin veit ikki.
Føroyingar fylgja væl við tíðindunum
Føroyingar fylgja annars væl við í tíðindastreyminum. 75% siga seg fylgja við í tíðindunum ein ella fleiri ferðir um dagin. 20% siga fleiri ferðir um vikuna, 3% siga eina ferð um vikuna og bara 1% sigur ongantíð.
Portal.fo er framvegis fremst á netinum
Portal.fo er framvegis mest nýtta tíðindakeldan hjá føroysku tíðindabrúkarunum á netinum. Heili 75% siga seg hava brúkt henda miðlin fyri at fáa síðstu tíðindini. Luttakarnir kundu velja millum fleiri føroyskar netmiðlar. In.fo er næstmest brúkt. 63% siga seg brúka hesa síðuna, meðan 53% siga seg brúka kvf.fo sum tíðinakeldu.
Fjórðmest brúkta tíðinakeldan í Føroyum er í dag vp.fo. Hesa síðu siga 47% seg hava brúkt til at fáa tíðindi síðstu vikuna. 28% siga tað sama um nordlysid.fo, 18% um jn.fo og 12% um torsportal.fo.
Í lægra endanum finna vit sudurras.fo við 8%, sandportal.fo við 3%, oyggjatidindi.com við 3%, foroyar.dk við 2% og 6% siga okkurt annað.
Felagið Føroysk Marknaðarfólk
Felagið Føroysk Marknaðarfólk er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum. Talan er um eitt forum og fakblað, har fólk innan hesa vinnugrein kunnu savnast, kjakast, netverka, deila felagsvitan og vinna sær íblástur. Nýggir limir kunnu venda sær til Gallup Føroyar fyri at søkja um limaskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald