Politikkur

Kanna um fyritíðarpensjónistar kunnu fáa betri treytir

...

2016-02-29 12:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Arbeiðsbólkur á embætismannastigi er í gongd við at kanna um tað ber til at seta í gildi somu reglur hjá fyritíðarpensjónistum millum Føroyar og Danmark sum í Norðurlondum. Tað vísir svarið frá Jørn Neergaard Larsen, arbeiðsmarknaðarráðharra, til spurning frá Magna Arge, fólkatingsmann fyri Tjóðveldi.

Í seinastuni hevur verið frammi, at fyritíðarpensjónistar kunnu flyta pensjónir millum norðurlendsk lond, men ikki millum Føroyar og Danmark, tí lóggávan er ymisk í ríkisfelagsskapinum. Ráðharrin váttar, at soleiðis er støðan í løtuni. Hann sigur eisini, at ein arbeiðsbólkur á embætismannastigi í løtuni arbeiðir við málinum og kemur við tilmælum í fyrsta lagi í summar.
Ráðharrin væntar ikki at taka nøkur stig fyrr enn arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum er liðugt áðrenn summarferiuna.
Magni Arge sigur, at hann ætlar sær at fylgja gongdini og vónar, at ein smidlig loysn finst á økinum, so fyritíðarpensionistar í Føroyum og Danmark fáa somu sømdir at flyta millum londini sum til onnur Norðurlond.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder