Mentan

Kanna harur við sjálvvirkandi myndatólum - myndir

...

2016-05-04 13:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eyðfinn Magnussen skrivar:

 KANNA HARUR VIÐ SJÁLVVIRKANDI MYNDAT??LUM

21. apríl setti eg myndatól frammanfyri fýra harusetur í einum haga í Kollafirði. Myndatólini eru innstillaði soleiðis, at tá okkurt rørir seg framman fyri harusetrunum, verður ein mynd tikin. Á myndini verður skrásett dato og klokka, tá myndin er tikin. Á hendan hátt ber til at skráseta, hvussu haran sær út, og nær tær eru aktivar.

KANNA LITSKIFTIÐ
Høvuðsendamálið við hesum myndatólinum er at skráseta hvønn lit harurnar hava, nú tær eru við at skifta frá tí gráa vetrarbúnanum til tann brúnliga summarlitin.

Hendan litbroytingin hendir í endanum av apríl og í byrjanin av mai mánað. Ongar nágreiniliga kanningar eru tó fyrr gjørdar av hesum litskiftinum hjá føroysku haruni, hvørki nær tað byrjar, ella yvir hvussu langt tíðarskeið, tað fer fram.

Við at fylgja við, hvussu liturin á harunum, sum sita frammanfyri setrini, broytist, skuldi borið til at mett um, hvussu stórur partur av kroppinum hevur ávikavist tann gráa og tann brúna litin teir ymisku dagarnar (dato) í tíðarskeiðinum, sum kanningin fer fram.

FYRIBILS ??RSLIT
??tlanin er, at myndatólini skulu standa frammanfyri harusetrunum til endan av mai mánað. Myndatólini eru sjálvvirkandi, og myndirnar verða goymdar á einum korti í myndatólinum. Tá myndatólini høvdu staðið í eina viku, var er og las av myndakortini. Her eru nakrar av myndunum, sum eru tiknar.

MYNDIRNAR

SETUR 1
Tvær myndir av haru, sum vitjaði
- 28. apríl, kl. 10:14 PM

SETUR 4
Seks myndir av harum, sum vitjaðu:
- 22. apríl, kl. 01:43 AM
- 28. apríl, kl. 10:34 AM
- 29. apríl, kl. 03:55 AM

PARTUR AV ST??RRI VERK??TLAN
Kanningin er partur av verkætlanini, sum byrjaði á heystið 2015. Tá var ein haru-lívfrøðingurin úr Portugal, Mafalda Ferreira, í Føroyum og tók royndir av harunum. ??tlanin er, at Mafalda Ferreira kemur aftur til Føroyar í heyst, og tá fara vit aftur at seta fleiri sjálvvirkandi myndatól upp, so vit kunna skráseta litbroytingina, tá haran aftur skiftur frá tí brúna til tann gráa litin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder