Politikkur

Kann Búnaðargrunninum fíggja festibrøv og mjólkarkvotur

...

2014-12-18 00:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrispurningur um heimild hjá Búnaðargrunninum at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hevur Búnaðargrunnurin lógarheimild at fíggja festibrøv og mjólkarkvotur - hvørja niðurstøðu er Fiskimálaráðið komið til hesum viðvíkjandi?

2. Um heimild ikki er, hvussu leingi hevur Búnaðargrunnurin so veitt fígging til omanfyrinevndu endamál á ivasomum lógargrundarlagi?

3. Nær gjørdist landsstýrismaðurin og Fiskimálaráðið varug við ógreiða lógar­grundarlagið, og hvørji stig hevur landsstýrismaðurin tikið fyri at fáa viðurskiftini í rættlag?

4. Hvussu nógvar umsóknir um fígging av festibrøvum og mjólkarkvotum hevur Búnaðargrunnurin fingið, og hvussu nógvar av hesum eru avgreiddar í tíðarskeiðinum, tá ógreiða hevur verið um tulkingina av lógini?

5. Í hvønn mun hevur ivamálið um lógarheimildina ávirkað avgreiðsluna av hesum umsóknum?

6. Metir landsstýrismaðurin sjálvur, at Búnaðargrunnurin eigur at hava heimild at fíggja keyp av festibrøvum og mjólkarkvotum, og hvørji stig fer landsstýris­maðurin at taka?

Viðmerkingar:

Undirritaða setti fyri einum ári síðani spurningar um sama mál, tí ivi hevði tikið seg upp um, hvørt lógin fyri Búnaðargrunnin heimilaði verandi mannagongd í sambandi við lán til festiskifti/festibrøv og mjólkarkvotur.

Landsstýrismaðurin svaraði tá m.a.: ???Fiskimálaráðið hevur viðgjørt spurningin, um Búnaðargrunnurin hevur lógarheimild at veita lán til keyp av festibrøvum og mjólkarkvotum. Viðgerðin er um at vera liðug, og ætlandi verður endalig niðurstøða tikin í januar 2014.??? Landsstýrismaðurin tykist tá ikki sjálvur hava nakra støðu til, hvørt Búnaðargrunninum skal kunna veita festiskiftislán og mjólkarkvotulán. Hetta er sostatt nærum eitt ár síðani, men framvegis tykist ógreiða valda.

Umsetiligheitin av festibrøvum og mjólkarkvotum skapar stóran tørv á fígging í sam­bandi við festaraskifti. Búnaðargrunnurin er settur á stovn ???við tí endamáli at veita lán til landbúnaðin og fíggja kostnaðin av at reka jarðarumsitingina???, sum § 1 í lógini um Búnaðargrunn ásetir. Sera trupult er at fáa bankar at fíggja landbúnaðarvirksemi ??? eisini hóast bæði mjólkarkvotur og festibrøv kunnu setast í veð. Tí er neyðugt at hava eitt slag av landbúnaðarbanka, sum setir krøv til skilvísar íløgur, men samstundis kann veita lagaligari fígging enn bankarnir.

Sum skilst, eru fleiri, sum hava søkt Búnaðargrunnin um fígging til omanfyrinevndu endamál, men ikki fáa svar, orsakað av ivamálinum um lógarheimildina.

Spurningurin, hvørt Búnaðargrunnurin kann fíggja festibrøv í sambandi við festara­skifti og fíggja keyp av mjólkarkvotum, er ein sera grundleggjandi spurningar í mun til virksemið í landbúnaðinum og hjá Búnaðargrunninum. Og tað er uppgáva hjá landsstýrismanninum at tryggja, at lóggávan er púra greið.

Á Løgtingi, 17. desember 2014

Bjørt Samuelsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder