Á kjakfundi í Norðurlandahúsinum í gjár, í sambandi við at Fróðskaparsetur Føroya kundi hátíðarhalda 50 ára dagin, fekk eg sum forkvinna í mentamálanevndini í Tórshavnar høvi at vísa á týdningin at skapa útbúgvingarmøguleikar fyri okkara ungdóm. Og at kommunan fegin vil vera ein aktivur viðleikari.
Henda íløga hevur almiklan skund.
Røða á kjakfundi um Kampus á 50 ára degi Fróðskaparsetursins.
Hjartaliga tillukku til Fróðskaparsetur Føroya, sum í dag hevur 50 ár á baki. Høvdu undangongufólkini sæð hetta dugnaliga lið av granskarum og undirvísarum, og henda fantastiska ungdóm, sum hevur sína dagligu gongd á setrinum. So høvdu teir ikki trúð sínum egnu eygum.
Nú er løtan komin, at vit taka avgerð um, at menna eitt veruligt Kampus í Havn.
Kampus á Debesartrøð
Tað er einki at ivast í, at eitt Fróðskaparsetur á Debesartrøð, har so at siga alt útbúgvingarvirksemið og granskingarvirksemið hjá setrinum er savnað, hevur eina aðra og størri kraft í sær, enn tað sum er í dag, har Fróðskaparsetrið húsast í 7 ella 8 ymsum bygningum ymsa staðni í Havn.
Tórhavnar Kommuna hevur í fleiri ár víst á, at ein møguleiki er at landið yvirtekur Venjingarskúlan allan sum hann er, og at tað í hesum stóra øki ber til at menna eitt spennandi og forvitnisligt umhvørvi. Har dentur eisini verður lagdur á trivnaðin hjá teimum lesandi.
Farið er undir at byggja Vesturskúlan, og eftir ætlan flytur tann fyrsta deildin inn í Vesturskúlan í 2018. Og Vesturskúlin er sum kunnugt ein samanlegging av Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum. So henda ætlan er ein heilt ítøkiligur møguleiki.
Upprunaliga hevur kommunan fyri minst 30 árum síðan givið Setrinum eitt grundøkið tætt við vallaraheimið Kerjalon omanfyri Marknagil. Men í dag tykist breið semja at vera um, at eitt Kampus skal vera í býnum.
Tórshavn altjóðagjørdur útbúgvingarbýur
Lat ongan iva vera um, at Tórshavnar Kommuna vil vera ein aktivur viðleikari at menna Tórshavn til ein altjóðagjørdan útbúgvingarbý. Royndir úr eitt nú Akureyri, Aalborg og Tromsø hava víst, at torir man at satsa uppá útbúgving og gransking, so kemur eisini fólkavøkstur og búskaparvøkstur.
Fólkasamansetingin krevur djørv tiltøk
Og tað hevur skund. Fólkasamanseting sigur okkum, at skjótt eru tað líka nógvir føroyingar í aldursbólkinum omanfyri 40 ár, sum tað eru føroyingar undir 40 ár. Og tá ið vit vita, at tað fyrst og fremst eru borgarar í aldursbólkinum 18 ??? 21 ár, sum flyta, so er íløgan í eitt samlað Fróðskaparsetur átrokandi.
Heldur verandi gongd fram, so enda Føroyar sum eitt eldrasambýli. Og tá er ov seint at byggja eitt Fróðskaparsetur.
Eisini tørv á styttri og meðallongum útbúgvingum
Lat meg beinan vegin leggja afturat, at tað er líka so átrokandi, at fara undir eina breiða viftu av styttri og meðal longum útbúgvingum í Havn og í Føroyum. ??ll skulu ikki vera akademikarar. Ivaleyst kunnu hesar fara fram bæði á setrinum og á øðrum útbúgvingarstovnum í býnum.
Kommunan tekur ábyrgd av trivnaðartiltøkum
Formliga hevur kommunan ikki beinleiðis lut í at menna útbúgvingar ella útbúgvingarstovnar. Men kommunan vil fegin skapa eitt gott lestraumhvørvi, bæði tá tað kemur til býarskipan, lestrarbústaðir og trivnað.
Lestrarbústaðir er eitt mál, ið kommunan arbeiðir við saman við Bústøðum, aktuelt í Kommunuskúlanum. Harumframt leggur kommunan stóra orku í at veita ansingarumstøður til øll sum hava tørv á tí, eins og frítíðartilboð annars. Eisini á hesum mótinum eru vit væl við. Tó at vit ikki eru komin á mál.
Hjartaliga tillukku til Fróðskaparsetur Føroya
Vegna Tórshavnar Kommunu vil eg ynskja Fróðskaparsetur Føroya hjartaliga tillukku við 50 ára degi setursins. Lutur kommununnar skal ikki liggja eftir, tá vit fara at útvega setrinum eitt tíðarhóskandi Kampus á Debesartrøð, har sum søga setursins byrjaði.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald