Mentan

Kamping í Havn

...

2015-06-04 17:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Alsamt fleiri føroyingar hava keypt sær kampingvogn og ferðast í egnum landi við honum. Hetta sæst eisini aftur á kampingplássinum Yviri Við Strond í Havn. Nógvar bíleggingar eru komnar til summarið, bæði frá føroyingum og útlendingum.

Síðani umstøðurnar á kampingøkinum Yviri Við Strond gjørdust væl betri í 2013, tá eisini nýggja húsið bleiv tikið í nýtslu, er tað vorðið sera væl umtókt at kampera í Havn, og arbeitt verður altíð við at bøta enn meira um umstøðurnar hjá gestunum.

Í løtuni verður arbeitt við at gera eitt grilløki og eitt spæliøki til børn.

Kamping á Mentanarnáttini

Vikuskiftið 12.-14. juni hendir nógv í Havn. Mentanarnáttin er 12. juni, og 13. juni spæla Føroyar og Grikkaland á Tórsvølli, og eisini er Tórshavn marathon. Enn eru nøkur pláss eftir á kampingplássinum.

Bílegg pláss á 302425, ella send ein teldupost til [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder