2016-12-12 13:28
Línuskipið Kambur, sum í heyst og vetur, hevur verið til royndarfiskiskap við Grønland, kemur á Fuglafjørð um 18-tíðina í kvøld.
Kambur skal landa veiðuna í Fuglafirði, teir hava 110 tons av frystum í lastini.
Seinast í september landaðu teir 220 tons í Íslandi, sum teir eisini høvdu fiskað við Grønland.
Tað eru 14 mans við Kambi, skipari er Mortan Mortensen.
Tá ið Kambur fer nýggjan túr, tá verður farið á Flemmish Kap at royna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald