Vinna

Kambur kemur heim av Flemish Cap

...

2019-03-10 15:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Línuskipið Kambur, sum hevur roynt á Flemish Cap, kemur á Kollafjørð tíðliga í kvøld, teir skulu landa í Kollafirði, teir hava 210 tons av avhøvdaðum/frystum fiski.

Kambur hevur fiskað tilsamans 600 tons á Flemish Cap.

Tað eru 16 mans við, skipari er Mortan Mortensen.

Nú er bara Eivind eftir at koma heim av Flemish Cap, teir verða her mikudagin, í løtuni er Eivind staddur einar 300 fj. vestur úr Írland.

Uppdatering kl. 15.00 11. februar - Kambur landar til Bergfrost í Fuglafirði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder