Vinna

Kambur kemur fullfermdur undan Eystur-Grønlandi

...

2015-09-20 23:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Línuskipið Kambur kemur heim undan Eystur-Grønlandi fullfermdur av toski - uml. 230 tons, tað er størsta mongd skipið hevur havt, Kambur verður á Kollafirði í kvøld kl. 11, teir skulu landa í morgin.

JN.fo tosaði við skiparan Mortan Mortensen fyri løtu síðan - Kambur hevur verið á royndarveiðu innanfyri 3 fj. markið við Eystur-Grønland, teir høvdu eisini loyvi at royna inn á firðirnar. Kambur royndi í 31 dagar, teir seinastu dagarnar suður ímóti Kappanum.

Tað eru 16 mans við Kambi hendan túrin.

Nú eru bara tvey línuskip eftir við Eystur-Grønland, tey eru Thor og Klakkur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder