2016-02-17 22:04
Sum tann fyrsti av línubátunum, sum hava roynt á Flemish Cap, kemur Kambur á Kollafjørð í nátt.
Kambur skal landa í Kollafirði í morgin, teir hava 218 tons av avhøvdaðum/frystum toski.
Kambur hevur gjørt tveir túrar á Flemish Cap, fyrra túrin landaðu teir í Saint Pierre, tað var 24. januar.
16 mans eru við Kambi, skipari er Mortan Mortensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald