2015-12-12 16:46
![placeholder](https://jn.fo/css/img/banner2x1.png)
Línuskipið Kambur kom á Kollafjørð í morgun við 170 tonsum av heilfrystum toski, sum teir hava fiskað við Eystur-Grønland. Kambur hevur í heyst gjørt 3 túrar við Eystur-Grønland, tilsamans hava teir fiskað 644 tons. Fyrsta túrin landaðu teir í Føroyum, næsta túrin landaðu teir í Nuuk og nú komu teir heim við veiðuni, sum verður landað í Kollafirði mánadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald