2016-08-24 15:35
Kambur, sum fór úr Føroyum 8. august, roynir við Eystur-Grønland.
Teir hava havt smáligan fiskiskap. Teir hava roynt víða um, hava verið einar 80 fj. í landnyðring úr Anmasaliq, men eru nú komnir suður ímóti Prins Christiansund, so teir hava flutt seg góðar 400 fj. suðureftir.
Onkran dag hava teir fingið eitt sindur, annar hevur tað verið smáligt.
Mortan Mortensen skipari sigur, at í fjør høvdu teir tað bestan fiskiskap, har teir nú eru staddir, so teir vóna tað besta.
Kambur er til royndarfiskiskap við Eystur-Grønland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald