2016-04-07 13:06
Línuskipið Kambur kom á Kollafjørð beint eftir middag við knappliga fullari last av frystum fiski, sum teir hava fiskað við Ísland - Kambur hevur uml. 200 tons, teir hava eisini landað 80 tons í Íslandi, so tilsamans hava teir fiskað 280 tons hendan túrin, túrurin vardi í 6 vikur.
Kambur fór til Íslands eftir at teir høvdu landa veiðuna, sum teir høvdu heimvið av Flemmish Cap. Fiskiskapurin hjá føroysku línuskipunum, sum hava roynt við Ísland, hevur verið góður.
Kambur skal landa veiðuna í Kollafirði.
Myndirnar eru tiknar í Kollafirði seinnapartin í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald