2016-08-09 07:41
Línuskipið Kambur tók agn og útgerð á Kollafirði í gjár, móti kvøldi loystu teir og settu kós vestur í hav.
Kambur skal á royndarveiðu innanfyri 3 fjóringa-markið, eisini hava teir loyvi at fiska inni á firðunum, tað er sama loyvi, sum teir høvdu í fjør - teir hava sjálvir skaffa sær loyvi.
Tað eru 16 mans við Kambi hendan túrin, skipari er Mortan Mortensen.
Vit tosaðu umborð í gjárkvøldið, teir rokna við at koma á fiskileið fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald