Politikkur

Kallið nú flokkarnar saman

...

2021-11-01 14:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tjóðveldi við áheitan á løgmann um koronustøðuna:


Kallið nú flokkarnar saman!

Vit seta í løtuni evropeiskt met í koronutilburðum, og talið av innløgdum er økt seinastu dagarnar.

Tað tykist ikki, sum nøkur samanhangandi ætlan ella nøkur leið verður meldað út frá landsstýrinum og løgmanni.

Tjóðveldi hevur frá byrjan staðiliga heitt á løgmann um at taka allar flokkar við í avgerðunum og átøkunum um koronu. Tí tað er bert samanhaldið, ið ber í slíkum støðum.

Higartil hevur landsstýrið ikki lurtað eftir okkara tilmælum og ráðum.

Men vónandi verður lurtað nú, tá ið støðan er so ógvuslig.

Fólk ynskja greiða strategi og leiðslu - og greiða ráðgeving nú.

Og vit taka fegin ábyrgd saman við landsstýrinum.

Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder