2016-08-23 21:53
Í gjárskvøldið komu U-18 hondbóltdreingirnir heim aftur, eftir at hava verið í Bulgaria til eina EM-kapping, har teir fingu eitt sera gott úrslit, og komu heim aftur við 3. plássinum.
Vit hittu Kaj Johannesen á flogvøllinum.
Hvussu hevur tað verið at verið partur av hesum liðnum?
- Tað hevur verið sera spennandi, læruríkt og avbjóðandi - tað hevur verið sera stuttligt at verið partur av hesum liðnum.
Er støðið høgt í slíkari kapping?
- Ja tað er rættliga høgt, men eg hevði væntað, at tað var hægri enn hvat tað var. Eg hevði ikki væntað at vit komu so langt sum vit komu. Tað vóru nokk ikki hinir sum vóru vánaligir, tað bara bara at vit høvdu undirnett okkum sjálvar áðrenn kappingina. Vit góðu ikki upp, og tað var tí vit komu so langt.
Hvat merkir tað at fáa so gott úrslit?
- Tað merkir at vit fara at trúgva enn meira uppá okkum sjálvar til næstufer vit skulu út at spæla. Tað kann eisini hava tað við sær, at HSF fer at gera meira burturúr og melda okkum til aðrar kappingar.
Hvat ætlar tú tær við hondbóltinum framyvir?
- At ætli mær at spæla so leingi eg haldi tað er stuttligt, og so leingi eg kann menna meg.
??tlar tú tær uttanlands at spæla hondbólt?
- Tað kann verða, eg var uttanlanda og spældi hondbólt tá ið eg gekk í 9.flokki, men eg veit ikki um eg ætli mær útaftur, segði Kaj tá ið vit hittu hann á flogvøllinum í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald