2021-12-10 11:04
Kaj Leo Holm Johannesen skrivar á Facebook:
Tað er til tíðir fólk sum spyrjað meg um ríkisveitingina, skal hon lækkað, skal hon hækkað, ella skal hon standa í stað.
Tað eru ymiskar meiningar í okkara flokki um hendan spurning, og sum rætt er, at tað er høgt til loftið og vítt til veggja, men persónliga og fyri okkara framtíðar sjálvbjargni, so eri eg ikki longur í iva.
Eg haldi at vit føroyingar skuldu tikið saman hendur og gjøgnum okkara politisku flokkar gjørt eina tjóðarsemju um at minkað ríkisveitingina eftir 10 árum niður í null.
Eg kann ikki longur hyggja í eyguni á mínum synum og siga at vit skulu hava stuðul úr øðrum landi, eg havi lært teir at verða stoltar og at klára seg sjálvar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald