Kaj Leo Holm Johannesen skrivar á Facebook: Løgmaður hevur tveir møguleikar eftir tann ruðuleikan sum hevur vart síðani summarferðina.
Tann fyrsti er at útskrivað val og tann seinni er at styrkja parlamentariska grundarlagið, soleiðis at meiriluti er fyri lógaruppskotum, men prísurin hjá andstøðuflokkunum kann gerast stórur, tí tú skal inn at bjargað einari samgongu sum er ógvuliga illa lýdd í hesum døgum.
Støðan er ótrygg bæði innan fiskivinnunýskipan, grundarupphædd, pensiónsnýskipan, fyri ikki at tosað um okkara sjúkrahúsverk sum liggur í andaleypi.
Spurningurin sum fólk seta sær er sjálvandi um samgonguleiðarnir hava royndirnar til at stabilisera samfelagið aftur, eftir at teir sjálvir seta spurnartekin við seg sjálvan t.v.s um teir veruliga eru stjórnarberandi.
Eg trúgvi tíanverri at samgonguleiðarnir sóu ísfjallið ov seint og undivurderaðu støddina á fjallinum, tí eri eg bangin fyri at teir eru noyddir at fara aftur á dekkið at standa tað seinastu løtuna sum hendan samgongan er á lívi.
Persónliga hevði eg viljað at tað bleiv ein nýggj samgonga men sum sagt so eg eri bangin fyri at tiltøkini sum nú verða gjørd, koma ov seint og eru týdningarleys.
Politikkur
Kaj Leo: Løgmaður hevur tveir møguleikar
...
2017-11-19 22:17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald