Politikkur

Kaj Leo Holm Johannesen stillar upp fyri Sambandsflokkin

...

2016-10-03 13:24 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrrverandi løgmaður stillar upp fyri Sambandsflokkin


Kaj Leo Holm Johannesen stillar upp fyri Sambandsflokkin til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu.

Kaj Leo er 52 ár, er giftur og eigur 3 børn.

Í tíðarskeiðnum 2008-2015 var Kaj Leo Føroya løgmaður. Hann varð valdur í býráðið í Havn á valinum í 1996. Á valinum í 2000 stillaði hann ikki uppaftur. Hann varð valdur í Løgtingið í 2002. Seinasta árið hevur hann virkað sum løgtingsmaður.

Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at tá hann nú bjóðar seg fram í býráðspolitikki, so vil hann hava størst møguliga politiska ávirkan. Eg havi nakrar royndir innan politiska leiðslu og politikk annars, sum kunnu koma borgarunum í kommununi til góðar, sigur Kaj Leo.

Tað, sum hann brennir fyri ella tey hjartamál, sum hann hevur sett mær fyri at fara til val uppá, er at styrkja og menna vælferðarøkið í kommununi, styrkja kommunubúskapin og menna Tórshavn sum høvuðsstað.

Kaj Leo sigur víðari, at tá hann hevur játtað at koma á listan hjá Sambandsflokkinum til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu, so verður tað gjørt m.a. av hesum orsøkum:

- Eg haldi, at tíðin er komin til, at Tórshavnar kommuna ger broytingar, soleiðis at vit fáa ein størri opinleika um politiskar avgerðir um, hvussu vit brúka okkara skattakrónur best møguligt.

- Eg haldi, at vit skulu selja teir bygningar, sum Tórshavnar kommuna hevur keypt fyri 100-tals mió.kr. fyri skattaborgarans pening, uttan neyvt at vita, hvat endamálið við keypinum er.

- Eg haldi, at vit sum kommuna skulu arbeiða fram ímóti at koma á hædd við aðrar kommunur í Føroyum, tá talan er um eldrarøkt og eldrabúpláss - bíðilistin skal burtur.

- Eg haldi, at vit skulu seta øll segl til fyri at fáa til vega grundstykki/ bústaðarmøguleikar til ungdómin, sum býr og flytir til okkara kommunu.

- Eg haldi, at allar vørur og tænastur, sum kommunan keypir skulu bjóðast út og samskipast, soleiðis at vit sum skattgjaldarar fáa bæði betri og bíligari vørur og tænastur.

- Eg haldi, at tað er okkara ábyrgd sum høvuðsstaðarkommuna at fáa eina semju við landsstýrið um, hvørjar íløgur skulu gerast fyri ikki, at búskapurin verður fyri enn einum bakkasti.

- Eg haldi, at tá ferðafólk, sum ofta gjalda um 5.000 kr. fyri ein dag umborð á ferðamannaskipum, ikki skulu koyra ókeypis í bussi í Tórshavnar kommunu fyri skattgjaldarans pening. Vit hava ikki ráð sum kommuna árini framyvir at økja okkara rakstrarútreiðslur við umleið 6%, sum fíggjarætlanin fyri 2017 leggur upp til - hetta er ikki ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur.

- Eg haldi, at vit skulu lækka kommunuskattin millum eitt og tvey prosent við peningi, sum vit m.a. fáa inn fyri at selja bygningar, sum vit ikki hava brúk fyri.

- Eg haldi, at eitt nýtt býráð eigur at taka upp samráðingar við ítróttarfeløgini, soleiðis at gjørdur verður ein nýggjur tíðarhóskandi sáttmáli um, at kommunan stuðlar ítróttarfeløgunum.

Kaj Leo sigur at enda, at tað hevur stóran týdning, at Sambandsflokkurin til hetta kommunuvalið fær so stóra umboðan og ávirkan sum gjørligt, og at valevnini standa saman um flokkin.

- Eg vóni, at tey, sum verða vald í eitt komandi býráð hava eina stóra virðing fyri hvørjum øðrum, soleiðis at orkan verður brúkt uppá konstruktivt samtarv og samskifti, við tí endamáli at menna okkara bý, sum vit jú øll eru góð við og vilja tað besta.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder