2015-07-01 22:00
Tá Leynavatnskappríðingin herfyri var av og frásøgumaðurin Júst Rubeksen skuldi fara í holt við at handa steypini til vinnaranar, bað formaðurin í Føroya Ríðingarfelag Brandur í Dali, um at sleppa at lána mikrofonina frá honum.
Orsøkin var tann at tað vóru 40 ár síðani, Júst fyrstu ferð segði frá kappríðing við Leynavatn. Júst er tiltikin hittinorðaður maður og munna tað vera nógv fólk sum er komin til kappríðing, líka nógv fyri at hoyra hann, sum at hyggja at rossunum. Onkur speisk tunga vildi helst lagt afturat at tað ikki er alt sum Júst sigur, sum er egnað til barnaoyrur, men hann hevur hesi serstaku evnini at kunna siga nærum alt við og um fólk, uttan at tey gerast firtin um hetta.
Føroya Ríðingarfelag handaði í samband við hetta, Júst Rubeksen eina lítla gávu og takkaðu fyri trúfesti mótvegis felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald