2015-03-18 18:45
Jupiter, sum hevur verið til lodnufiskiskap á Breiðafirði, sum er á Vesturlandinum í Íslandi, fór í gjárkvøldið at sigla heim við 1.200 tonsum, sum teir skulu landa á Tvøroyri, Jupiter verður á Tvøroyri í morgin. Á Varðin Pelagic fara teir at heilfrysta lodnuna.
Tað hevur viðrað heldur fragari nú til lodnufiskiskapin, JN.fo tosaði umborð á Jupiter fyrrapartin, teir høvdu fínasta veður og rokna við, at verða á Tvøroyri fyrrapartin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald