2019-10-31 21:20

Jupiter er á veg inn við 1.500 tonsum av sild, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri føroyska markið. Teir skulu landa á Tvøroyri til Varðan Pelagic.
Jupiter verður á Fuglafirði í nátt, har teir fara at liggja til seinnapartin í morgin, teir sleppa framat at landa á Tvøroyri tíðliga í annakvøld.
Í kvøld eru tey flestu føroysku skipini stødd tætt norðanfyri føroyska markið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald