JN

Jupiter siglir inn við 1.300 tonsum

...

2015-02-15 19:14 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jupiter fór í nátt at sigla inn av svartkjaftafeltinum sunnanfyri, við 1.300 tonsum, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði. Jupiter verður á Fuglafirði um 18-tíðina í kvøld.

Tá ið liðugt er at landa, verður Jupiter riggaður til at fara á londnuveiðu við Ísland.

Í løtuni landar Fagraberg til Havsbrún.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder