JN

Jupiter siglir inn við 1.200 tonsum av sild

...

2017-10-02 15:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jupiter siglir inn við 1.200 tonsum av sild, sum teir hava fiskað norðanfyri - á uml. 64,4N og 4V, teir gjørdu 3 tov.

Jupiter skal landa til Pelagos í Fuglafirði, teir koma á Fuglafjørð um 6-tíðina í kvøld.

Jupiter skal landa í morgin, Fagraberg landar í løtuni, teir verða liðnir fyri middag í morgin og tá landar Jupiter.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder