Vinna

Jupiter siglir inn við 1.000 tonsum

...

2015-01-26 05:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jupiter siglir inn við 1.000 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa í Fuglafirði, teir verða á Fuglafirði seint í nátt.

Í løtuni landar Christian í Grótinum 2.000 tons í Fuglafirði, síðan skal Finnur Fríði landa 600 tons áðrenn Jupiter sleppir framat.

JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan - Teir søgdu at tað er ruskveður á svartkjaftafeltinum, í løtuni eru bara Næraberg, Norðborg, Hoffell og nakrir russarar á feltinum.  Jupiter nærkast Suðuroynni, har er nógvur vindur, sum teir eru staddir - vindferðin liggur um 20m/sek.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder