Vinna

Jupiter siglir inn fullfermdur

...

2015-05-01 15:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jupiter fór tíðliga í morgun at sigla inn við 2.600 tonsum av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Jupiter verður á Fuglafirði í kvøld, men teir sleppa ikki framat at landa fyrrenn sunnumorgunin, í løtuni landar Fagraberg og aftaná skal Tummas T. landa til Havsbrún

Tað hevur verið gott veður á leiðini sunnanfyri teir seinastu dagarnar, sí mynd niðanfyri - sum er tikin umborð á Jupiter í gjárkvøldið.

Tað eru ikki so nógv skip á feltinum nú, sum tað hevur verið.

Í gjár fóru íslendsku skipini Ingunn og Hoffell at sigla til Íslands, tey vóru fullfermd, eisini grønlendska skipið Polar Amaroq fór at sigla til Íslands í gjár - eisini við fullari last.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder