2016-12-05 23:38
Jupiter hevur fiskað sild norðanfyri Føroyar í altjóða, beint norðanfyri føroyska sjómarki. Teir hava roynt í tveir dagar og hava fingið knapt 1100 tons av sild, skrivar Varðin.
Støddin er ca 370 gram í miðal, sum má sigast at vera hampilig stødd.
Teir vera eftir ætlan inn á Tvøroyri kl 22 týskvøldið.
Hetta er helst seinasti túrurin hjá Jupiter í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald