2019-02-23 10:15

Jupiter fór í gjár at sigla heim av svartkjaftaleiðini í altjóða sjógvi, sum er góðar 200 fj. vestur úr Írlandi, Jupiter hevur knappliga fulla last.
Jupiter verður á Fuglafirði eftir middag í morgin, segði skiparin Finnbjørn Mikkelsen, tá ið vit fyri løtu síðan tosaðu umborð, tá vóru teir komnir nakað norður um Rokkin, tað er ruskveður á leiðini, men teir hava hann undan, so tað gekk hampuliga væl norðureftir.
Christian í Grótinum, sum kemur á Fuglafjørð seinnapartin í dag, skal landa áðrenn Jupiter, so verður roknað við, at Jupiter sleppir framat seint í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald