Vinna

Jupiter rendi seg í nakrar skjótt gangandi stimar

...

2016-09-23 21:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit skrivaðu í morgun, at Jupiter var farin at sigla inn í gjárskvøldið við 800 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað norðast í føroyskum sjógvi.

Eftir ætlan skuldu teir verða í Tvøroyri klokkan 18 í kvøld, men um 9 tíðina í morgun rendu teir seg í nakrar skjótt gangandi stimar eystur úr Føroyum, og setti tí út aftur. 

Jupiter fekk 200 tons aftrat av makreli, so teir eru nú á veg inn við 1000 tonsum. Miðalstøddin á makrelinum teir fingu í dag var 398 gr.

Tróndur í Gøtu hevur júst loyst av Tvøroyri, so Jupiter sleppir beinavegin framat, tá teir koma til Varðan Pelagic um góðar 2 tímar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder