2016-03-12 22:54
Skipini fáa nógvan svartkjaft, men veiðan kemur ikki til hødar í Føroyum, tí prísurin er munandi betri uttanlanda.
Bæði Jupiter og Tróndur í Gøtu eru ávegis til Norra at landa, Jupiter skal landa í Karmøy og Tróndur skal landa í Bodø.
Tróndur í Gøtu hevur 2.700 tons, teir hava roynt í føroyskum sjógvi. Jupiter hevur 2.500 tons, teir hava roynt einar 200 fj. vestur úr Írlandi.
Tað er góður svartkjaftur teir fáa, bæði í føroyskum sjógvi og somuleiðis í altjóða sjógvi sunnanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald