Vinna

Jupiter og Slættaberg koma báðir fullfermdir á Fuglafjørð

...

2015-05-19 02:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Bæði Jupiter og Slættaberg sigla inn fullfermdi, teir skulu landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Jupiter verður á Fuglafirði á midnátt og Slættaberg kemur á Fuglafjørð kl. 1 í nátt. Jupiter landar fyrst, teir hava 2.600 tons, so teir verða ikki liðnir fyrrenn á midnátt í annaðkvøld, tá sleppir Slættaberg framat, Slættaberg hevur 1.400 tons.

Bæði skipini hava roynt eystur ímóti hetlendska markinum, har øll skipini eru stødd nú.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder