2016-05-14 17:29
Jupiter ið hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnast í føroyskumøki, er á veg til Fuglafjarðar.
Emil Petersen skipari á Jupiter, sigur við JN.fo, at teir hava 2.500 tons av svartkjafti umborð, og at tað verður landað til Havsbrún í Fuglafirði.
Emil sigur víðari, at fiskiskapurin hevur verið smáligur seinastu dagarnar.
Jupiter er í løtuni staddur beint suður úr Suðuroynni, og verður á Fuglafirði í nátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald