Ítróttur

Jupiter kemur fullfermdur á Fuglafjørð

...

2015-11-26 16:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Jupiter hevur sett kós inn at landa. Jupiter hevur henda túrin fiska svartkjaft, og hevur skipið 2550 tons, sum verður landað til Havsbrún í Fuglafirði. 

Av Jupiter verður sagt við JN.fo, at samanumtikið hevur fiskaríi verið hampuligt, men seinastu dagarnar hevur tað tó verið heldur minni at síggja.

Jupiter verður á Fuglafirði í kvøld, men enn er eitt sindur óvist nær skipið sleppir at landa. Bæði Tummas T og Slættaberg skulu landa áðrenn Jupiter sleppir framat.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder