Vinna

Jupiter kemur á Tvøroyri við 900 tonsum av sild

...

2015-10-05 02:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jupiter fór í dag at sigla inn av feltinum í ein útnyðring úr Føroyum við 900 tonsum av sild, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic á Tvøroyri, Jupiter verður á Tvøroyri mánamorgunin um 8-9-tíðina.

Teir sleppa tó ikki at landa fyrrenn liðugt er at landa Trónda í Gøtu, tað verður antin seint mánakvøldið ella tíðliga týsmorgunin.

JN.fo tosaði umborð fyri løtu síðan, Jupiter var einasta føroyska skipið á sildafeltinum, har vóru 3 hollendsk skip og eitt grønlenskt, tað var góð sild skipini fingu.

Um Jupiter fer á sildaveiðu ella á makrelveiðu, tá ið teir fara út aftur, komu teir at taka avgerð um, tá ið teir vóru klárir at fara nýggjan túr, sum helst verður mikudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder