2016-09-17 08:01
Jupiter kom á fiskileið norðanfyri í gjár, teir gjørdu tvey tov og á midnátt settu teir kós móti Føroyum við 700 tonsum í lastini, teir fara á Tvøroyri at landa, Jupiter verður á Tvøroyri í kvøld.
Vit á JN.fo tosaðu við skiparan Emil Petersen fyri løtu síðan, hann sigur at tað stendur nógvur makrelur í landnyðring úr Føroyum..
Veðrið var gott á leiðini, men í morgun frískaði hann vindin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald