2017-01-24 11:23
Jupiter, sum hevur fiskað makrel í ES-sjógvi, beint suður úr føroyska markinum, kemur á Tvøroyri seint mikukvøldið ella hósnáttina, teir hava 900 tons, sum teir skulu landa til Varðin Pelagic, støddin á makrelinum liggur frá 355 til 374 gramm.
Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan. Boðað verður frá rusk veðri, teir ætlaðu at koma á Tvøroyri undan veðrinum, men nú hava teir fingið boð um, at koma til Lerwik tik kekk, so teir verða ikki á Tvøroyri fyrrenn seint mikukvøldið ella hósnáttina.
Av feltinum til Lerwik eru útvið 150 fj. at sigla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald