2019-12-22 01:01

Jupiter, sum hevur fiskað svartkjaft sunnast í føroyskum sjógvi, kemur á Tvøroyri um 5-tíðina í nátt við 600 tonsum, sum teir landa til Varðan Pelagic.
Í løtuni landar Finnur Fríði til Varðan Pelagic, men teir verða liðnir, tá í Jupiter kemur á Tvøroyri, so Jupiter sleppur framat at landa beinanvegin teir koma inn.
Lastin hjá Jupiter verður samstundis seinasta lastin, sum Varðin Pelagic tekur ímóti áðrenn jól.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald