JN

Jupiter kemur á Fuglafjørð seinnapartin

...

2018-04-25 09:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jupiter kemur á Fuglafjørð seinnapartin, teir hava 2.200 tons av svartkjafti, sum teir skulu landa til Havsbrún, teir sleppa framat at landa seint fríggjakvøldið.

Christian í Grótinum sleppir framat á middegi, so skal Hoyvík landa aftaná Christian og so Jupiter.

Íslendsku skipini Vilhelm Thorsteinsson, Aðalsteinn Jónson, Isleifur og Jón Kjartansson eru júst farin at sigla til Íslands, tey eru øll fullfermd av svartkjafti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder