2016-05-31 07:38
Jupiter landaði í Vedde í Norra í gjár, teir høvdu 2.100 tons av svartkjafti, sum var fiskaður eystur ímóti norska markinum.
Jupiter loysti úr Vedde aftur í gjárkvøldið, teir koma á Fuglafjørð mikumorgunin, segði Emil Petersen skipari, tá ið vit á JN.fo tosaðu við hann í gjárkvøldið.
Jupiter hevur fiskað svartkjaftakvotuna og fer helst ikki aftur til fiskiskap fyrrenn seint í august, tá ið makrelfiskiskapurin kemur fyri.
Tá ið teir hava lagt trolútgerðina upp í Fuglafirði, skal Jupiter á beding hjá MEST í Havn, hvussu langa tí tað kemur at taka visti Emil Petersen ikki at siga okkum í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald