Vinna

Jupiter hevur fiskað sildakvotuna

...

2015-10-21 15:10 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Jupiter fór í nátt at sigla inn av sildafeltinum norðanfyri, við 500 tonsum í lastini. Teir hava nú fiskað sín part av sildakvotuni.

JN.fo tosaði umborð í morgun, teir siga at tað er sera góð sild teir koma við, enn er ikki avgjørt hvar teir skulu landa, Jupiter verður á Føroyum seint í kvøld.

Tað var rusk-veður norðanfyri í nátt, tá ið veðrið øtlar spjaðist fiskurin og tað plagar at taka nakrar dagar, áðrenn hann samlast aftur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder