2017-01-29 09:09
Jupiter sum henda túrin hevur roynt í ES-sjógvi eftir makreli er á veg inn. Jupiter verður á Tvøroyri klokkan 11, og byrjað verður at landa til Varðan Pelagic á middegi.
Jupiter loysti fríggjamorgunin og setti kós suður í ES-sjógv. Jupiter hevur gjørt 3 tov henda túrin, tað fyrsta var fyrrapartin í gjár, og tað seinasta tovi var í gjárskvøldið. Jupiter hevur fiskað 1240 tons av makreli henda túrin, og miðalvektin er 378 gramm.
Við Jupiter eru 12 mans og 1 kvinna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald