2016-08-29 10:40
Jupiter siglir inn við 470 tonsum av makreli, sum teir hava fiskað í føroyskum øki norðanfyri.
Vit tosaðu umborð fyri løtu síðani. Av Jupiter verður sagt, at tað er góður makrelur ið teir hava fingið, hann liggur um 430 gramm. Skiparin á Jupiter, Emil Petersen, sigur at tað var eitt sindur av makreli at síggja, men hann var ringur at fáast við. Teir vóru á feltinum í góð tvey døgn. Fyrradagin fingu teir 350 tons, meðan í gjár var tað verri at fáast við.
Jupiter landar til Varðan Pelagic, og verða teir inni kl 15, og byrja at landa kl 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald