2017-01-20 23:05

Jupiter kom á Fuglafjørð tíðliga í dag við 1.600 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað sunnast í føroyskum sjógvi.
Teir skulu landa svartkjaftin til Havsbrún, men í løtuni landar Christian í Grótinum, teir verða ikki liðnir at landa fyrrenn seint í annaðkvøld, tá sleppir Jupiter framat.
Frá Jupiter verður sagt, at svartkjaftafiskiskapurin minkaði nógv seinnapartin í vikuni. Hvussu verður, um teir fara aftur á svartkjaft ella á makrelveiðu, var ikki avgjørt enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald