Eftir seinnu FM-finaluna fingu vit fatur á Julian Olsen, hjá VÍF.
Vit spurdu fyrst Julian, hvussu tað er at spæla ein so týdmiklan dyst á heimavølli og vita at dysturin kundi avgerða FM.
- Hetta er heilt fantastisk, tað vóru ógvuliga nógvir nervar á okkum áðrenn dystin. Stemningurin var heilt fantastiskur, tað ræður um at halda høvdið kalt.
Síðandi spurdu vit Julian, hvussu tað er at verða ein av heilt stóru profilinum á liðnum gjøgnum dystin.
- Tað krevur fyrireiking, eg havi ikki hugsa um annað í fleiri dagar, og so er bara at fara inn og geva alt man hevur.
Vit spurdu hann so, hvussu stórt tað er at blíva greipuvinnari.
- Hetta er tað størsta eg havi prøvað, eg havi vunnið nógv í teimum yngru deildinum, men tað kann ikki samanliknast. Hetta er heilt fantastiskt.
Til síðst spurdu vit hann, hvør hevði teir bestu áskoðarnar til dystin.
- Tað haldi eg at VÍF hevði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald