Vit hittu kyndlavenjaran Julian J. Johansen eftir dystin á Skála í kvøld, vit settu honum nakrar spurningar.
Hví tapa tit dystin? Tað er okkara egna skyld, aftaná 22. minutt í seinna hálvleiki steðgaðu vit at spæla - serliga í verjuni var tað eitt sindur keðuligt allan dystin, vit mangla taklingar og mangla bjargingar frá málmonnunum og faktist so dragnar álopsspælið av tí sama - eftir at byrjanin var góð - tað er tí at vit tapa dystin í kvøld.
Hvussu heldur tú annars at dysturin var spældur? Hatta var ein fínur dystur, eg haldi tat at tað sá ikki ordiliga út sum at hetta var ein dystur, sum hevði so nógv at siga, sum hann hevði - tí tað var øðiliga lítið av taklingum og hørðum spæli - faktist var tað ein róðligur dystur, har vit slettis ikki koma upp í tað tempo, sum vit skulu.
Hvat verður nú tykkara málsetningur í landskappingini? Okkara mál er, at vit skulu fáa glið á spælið - tað hava vit havt. Nú hava vit so tapt tveir dystir á rað í steypakappingini, so mugu vit vinka farvæl til hana, og so mugu vit bara satsa uppá landskappingina - har hava vit ein lítlan kjans, men vit vita væl, at vit hava mist nógvar leikarar og eru øðiliga tunnir, so ein samanblanding av at spæla eitt nýtt lið inn - og eitt framtíðarlið - fyri at vita um vit kanska hava onkran møguleika at koma í FM-finaluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald