Jú Sjúrður, tit eru kolasvørt!
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, finst at undirritaða í Sosialinum, dagf. 21. nov., og honum vant, roynir hann at draga meg niður í runudíki. Keðiligt. Hann átti heldur at hugsavnað seg um tað, ið gongur fyri seg í fiskivinnuni í løtuni.
Føroyar eru við at gerast ein kolasvartur skipskirkjugarður fyri gamlar dangur. "Nýggjastu" skipini, ið eru komin inn í flotan, eru aggandi gomul. Eitt er frá 1979.
Sambært Umhvørvisstovuni stendur fiskiflotin fyri 42% av útlátinum. Bilar 10%. Húsarhald 11%.
Samgongan tosar um grøna orku, men veruleikin er, at samgongan tvingar fiskivinnuna til at innflyta gamlar dangur. Tað er fakta. Eitt uppisjóvarskip dálkar tað sama sum 1500 dieselbilar um dagin. Tað svarar til, at fyri hvørja dangu, vit fáa inn í flotan, økist ferðslan millum Havn og Eiði við 1500 dieselbilum!
Samgongan tosar grønt, men er kolasvørt. Tað er veruleikin! Og tað er einki, ið bendir á, at Sjúrður Skaale og samgongan gera nakað við syndarligu støðuna. Tvørturímóti. Vit fáa fleiri gamlar dangur í flotan, sum ger, at fiskiflotin dálkar uppaftur meira.
Tíbetur hava vit í Fólkaflokkinum eina ítøkliga ætlan, ið eggjar fiskivinnuni at gera íløgur í nýggj skip. Í nógvum førum kunnu vit lækka útlátið við heili 60%. Gert tú íløgur í nýggj skip, rindar tú ikki tilfeingisgjald, fyrr enn skipið er afturrindað. Einfalt.
Ístaðin fyri at leggja eftir mær, átti Sjúrður Skaale heldur at komið inn í kampin. Við uppskotinum fáa vit ikki bara grønari flota, men einar grønari Føroyar!
Hanus Samró
Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald