JN

Jórunn fær ongantíð eina ordiliga sjón aftur

...

2015-10-23 02:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

27. septembur var Jórunn Vík Gleðisheygg saman við einum dreingi álopin, í býnum í Havn, tá tey vóru nærhendis Tinghúsvøllinum. 

Jórunn hevur í dag verið hjá eygnalækna, og har kundi eygnalæknin staðfesta, at Jórunn ongantíð fær eina ordiliga sjón aftur.

Jórunn hevur í dag lagt eini boð út á hennara Facebook vanga, les tey niðanfyri.

"Hey.. Nú fari eg at gera nakað sum eg vanliga ikki geri og tað er at skriva nakað á Facebook.
Sum tit vita, bleiv eg og Niels álopin 27. septembur har eg fekk skaða í eygað. Siðani tá havi eg gingið runt við vánaligari sjón og av tí at eg hevði blóðsamling í eyganum, so hevur eygnalæknan einki sæð til, um tað hevði fingið varandi mein.
Men í dag var eg hjá eygnalæknan aftur og hon kundi nú síggja at har var akkurát tað, varandi mein. Nethindan er skrædna og sjónin verður ongantíð í ordan aftur.
Hettar var eitt stórt shokk, tí eg havi gingið og haft góðar vónir um at alt fór at laga seg. Eg eri ræðuliga kedd um hettar og eg veit at øll sum spyrja meg um hettar meina tað gott. Men beint nú so orki eg ikki at tosa um tað.. So eg velji bara at skriva tað her til øll sum eru áhugaði í tí.
Eg vil eisini takka til øll sum hava skrivað til mín, eg veit eg ikki havi svarað øllum. Men tit skulu vita at eg seti stóran prís uppá tað❤"

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder