Mentan

Jórun Haraldsen framsýning í Eik

...

2013-09-13 13:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Listaveggurin í Eik í Miðvági sep. 2013.

Í sep. 2013 sýnir Jórun Haraldsen fram málningar.

Jórun Sólva Haraldsen er ættað og býr í Miðvági

Jórun hevur altíð brúkt síni listarligu evni. Longu sum smágenta var hon hugtikin av listini og teknaði fleiri myndir. Sum vaksin vórðu listarligu gávurnar lagdar mest í at seyma. Hon hevur seymað nógv klæðir eins og aðra listarliga seyming. Millum annað hevur hon seymað fleiri vakrar myndir av føroysku náttúruni.

Dreymur hennara hevur altíð verið at nomið sær kunnleika í at mála. Jórun hevur gingið á kvøldskúla til málningalist, har Pól Skarðenni hevur undirvíst.

Tey seinastu árini hevur Jórun verið sera virkin við síni málningalist. Hon hevur nomið sær kunnleika innan list á fleiri ymiskum málningaskeiðum, m.a. hjá Kristinu Joensen, Anniku á Lofti, Randi Gunnarsdóttir og Christinu Kjelsmark.

Jórun hevur verið við á fleiri málningaframsýningum, har hon hevur víst fram síni verk.

Íblástur til málningar fær Jórun úr vøkru føroysku náttúruni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder