2016-01-17 20:58
Jørn Astrup Hansen sagt nevndarsessin í Eik Banka frá sær
Jørn Astrup Hansen, sum síðan 2011 hevur umboðað Finansiel Stabilitet í nevndini fyri Eik Banka, hevur sagt henda nevndarsess frá sær.
TF Holding fer nú at taka støðu til, hvørji skulu taka sæti í nevndini fyri Jørn Astrup Hansen og Ben Arabo, sum segði seg úr nevndini í desember 2015. Hetta verður avgjørt innan ársaðalfundin, ið verður hildin í apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald